Mortan í Hamrabyrgi (Savnsmynd: John Mikkelsen)

- Stjørnan er uppiborin – men kortini óvæntað

Ingi Samuelsen

22.02.2017 - 11:04

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

- Tað er heilt fantastiskt, at Koks nú hevur fingið eina stjørnu frá Michelin. Tað hava tey uppiborið. Koks hevur støðið til minst eina stjørnu, og hevur havt tað í fleiri ár. Kortini kom tað óvæntað.

Soleiðis sigur Mortan í Hamrabyrgi, kræsin gómi og matummælari og ein teirra uttan fyri vinnuna, sum hevur mest skil fyri fínari matmentan her á landi.

Mortan hevði ikki roknað við, at Michelin fór at geva Føroyum og heldur ikki Íslandi eina stjørnu.

- Michelin er rættiliga konservativt í sínum matsmakki, og tað eru nógvir eksperimenterandi kokkar, sum ikki fáa stjørnu frá teimum, hóast tey verða heiðrað av øllum øðrum líknandi mat-guidum. Men eg hevði heldur ikki roknað við, at so fjarskotin støð fóru at fáa stjørnu, einamest tí tað er ein stór íløga í mun til ta úrtøkuna, sum Michelin-konsernin fær afturfyri. Við hesi stjørnuni skulu tey nú senda sínar inspektørar avstað fleiri ferðir um árið fyri at kontrollera um støðið heldur.

Týdning fyri vinnuna
Mortan í Hamrabyrgi er ikki í iva um, at stjørnan fær alstóran týdning fyri føroyska matstovu- og ferðafólkavinnu.

- Eftirspurningurin økist – tað er púra vist. Tað eru nógv fólk í heiminum – tú kanst kalla tey snobbar – sum brúka Michelin-guidina til at gera av hvar tey skulu fara at ferðast. Og har eru stjørnurnar á matstovunum avgerandi fyri hvagar tey fara.

Mortan í Hamrabyrgi væntar eisini, at stjørnan fer at økja um eftirspurningin hjá øðrum í Føroyum – avleitt virksemið, sum tað verður kallað.

- Aðrar matstovur fáa eisini ágóðan av hesum. Tey fáa vitjan av inspektørunum, og sjálvandi eggjar hetta teimum til at gera sítt allarbesta.

Økir eftirspurningin
- Væntandi fer hetta eisini at økja um eftirspurningin á føroyskum vørum eisini. Her hugsi eg kanska serliga um føroyskt kálvakjøt, sum vit burdu framleitt meira av. Men hetta kann eisini geva føroysku grønmetisvinnuni eitt boom, tí tað liggur í tíðini, at grønmetið á slíkum matstovum helst skal vera framleitt lokalt, sigur Mortan í Hamrabyrgi, og leggur afturat:

- Poul Andrias Ziska, kokkur, og undanmaður hansara, Leif Sørensen, eiga heiðurin av hesum saman við Johannes Jensen, sum hevur sett alt ígongd. Men tað eru kanska eisini onnur, sum hava heiðurin. Uppmerksemið fyri Føroyum er vaksið seinastu tíðina, eitt nú takkað verið einari intensari herferð hjá ferðamannavinnuni. Men mentanin – einamest tónleikurin – hevur eisini verið við til at gera Føroyar meira kendar, og hvør veit um tey ikki eisini hava verið góðir ambassadørar fyri føroysku matvinnuni, sigur Mortan í Hamrabyrgi.

- Og alt hetta fær fólk at koma til Føroyar. Ikki bara ferðafólk, eisini fólk, sum vilja vinna her. Eg hugsi um kokkar og tænarar. Karin Visth úr Sveits, til dømis – ein vínkennari í heimsflokki – sum fann útav, at hon saktans kann hava eina karrieru í føroysku matstovuvinnuni. Tað var ikki hugsandi fyri fáum árum síðani.