Mynd: Norðlýsið

Stjørnan ikki longur á aftasta plássi

Redaktion

17.02.2017 - 07:29

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kvinnurnar hjá Stjørnuni vunnu seg í gjárkvøldið av aftasta plássi í Hvonn-deildini, tá ið tær í Klaksvík vunnu 27-21 á kvinnunum hjá StÍF.

Hálvleiksstøðan var 13-12 til Stjørnuna, sum eftir tíggju minuttir av seinra hálvleiki hevði økt um leiðsluna til fimm mál, so at støðan tá var 19-14.

Hesa leiðsluna spældi Stjørnan sær ikki av við aftur, eins og talan var um í dystinum ímillum liðini bæði í Klaksvík í oktober, tá ið Stjørnan eisini var á odda við fleiri málum nakað inn í seinra hálvleik, men sum, tá ið alt kom til alt, misti hesa leiðsluna og tað eina stigið, so at dysturin tá endaði við javnleiki.

Stjørnan hevur við sigrinum í gjárkvøldið vunnið seg uppá seks stig og 5. plássið í Hvonn deildini, meðan StÍF nú er aftast í Hvonn-deildini. StÍF hevur fýra stig.

Bestu málskjúttar hjá Stjørnuni í gjárkvøldið vóru Tóra Eliasen og Jancy Jacobsen við átta málum hvør, meðan hjá StÍF var Birna Tummasardóttir besti málskjútti við tíggju málum.

Næsti dystur í Hvonn-deildini er um níggju dagar, sunnudagin 26. februar. Tá leika Stjørnan og VB, sum er nummar trý í Hvonn-deildini, í Klaksvík.