(Mynd: Norðlýsið)

Stjørnan vann á einum treiskum H71 liði

Niels Petersen

24.01.2017 - 21:47

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Kvinnurnar hjá Stjørnuni vunnu í kvøld í bólki B í steypakappingini móti H71. Tað varð væntandi frammanundan, at munur fór at verða á liðunum úr Hvonn deildini og so H71 liðnum sum spælur í 1. deild. Men tá alt kom til stykkis stóð H71 liðið seg avbera væl, og munurin bleiv hóast alt ikki so øgiliga stórur.

Tað eru nakrar djarvar kvinnur úr hoyvíksfelagnum, sum játtaðu seg til at spæla við í steypakappingini móti liðum úr bestu deildini. Í øðrum umfari, sum spælt varð í kvøld varð munurin einans seks mál, eftir at liðið úr Klaksvík førdi við trimum tá dysturin var hálvrunnin.

Tað sást at munur var á liðunum, men tær úr Hoyvík vóru treiskar og kempaðu til tað síðsta. Klaksvíkskvinnur høvdu tó munin, og vunnu sannførandi 27-21. Heili fýra leikarar hjá Stjørnuni fingu fýra mál, og deildu sostatt heiðurin sum mest skorandi fyri heimaliðið. Fía E. Hoydal var málrevurin hjá H71 í kvøld.

Úrslit:

Bólkur B:

Stjørnan - H71 27-21 (11-8)
Toppskjúttar:

Stjørnan: Tóra Eliasen, Monika P. Jacobsen, Judith D. Jacobsen og Jansy Jacobsen - 4 mál
H71: Fía E. Hoydal - 8 mál