Stjórnarskipanar-uppskotið latið tinginum

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 11:03

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í komandi viku er klárt hjá løtginginum at taka uppskot landstýrisins um nýggja stjórnarskipan upp til viðgerðar.

Løgmansskrivstovan upplýsir, at uppskotið er latið løgtinginum, og kann sostatt leggjast fram á lýsta tingfundinum hósdagin, um tað sleppur ígjøgnum eftirlitið hjá tinginum.

Tá uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum er ætlanin, at tað skal vara í eina serliga grein 25 nevnd, har tingfólk úr øllum flokkum verða umboðað.

Uppskotið til Stjórnarskipan Føroya varð lagt til almenna hoyring ólavsøkudag við ummælisfrest til 25. august. Inn komu í alt 124 ummæli. 16 av hesum vóru frá samkomum og áhugafelagsskapum. Fimm frá lands- og statsmyndugleikum. Restin, 103, vóru frá einstaklingum, upplýsri løgmansskrivstovan.

Ætlanin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, er at uppskotið skal leggjast út til fólkaatkvøðu 25. mai 2018, men í stíðsta enda verður tað løgtingið, sum avgerð hetta.