Heðin Mortensen, formaður í stjórnarskipanarnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Stjórnarskipanin má helst bíða til næstu tingsetu

Sverri Egholm

17.04.2018 - 10:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Vit eru komin ígjøgnum allar greinarnar, og nú er tað at vit fara at venda aftur og hvar hvør einstakur tingmaður kann gera sínar viðmerkingar, segði Heðin Mortensen, formaður í stjórnarskipanarnevndini við Dag & viku í gjárkvøldið.

Men enn er ov tíðliga at siga um tað ber til at fáa eina breiða semju um uppskotið, og eftir øllum at døma eisini ov tíðliga at siga nær arbeiðið við stjórnarskipanini verður liðugt.

- Um eg skal vera púra erligur, so rokni eg við, at vit mugu taka komandi tingsetu við eisini. Men nógv kann henda, so lat okkum síggja, segði Heðin Mortensen, formaður í stjórnarskipanarnevndini við Kringvarpið.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur áður sagt, at løgtingið fer í summarfrí á flaggdegnum 25. apríl.