Stjórnarskipanin útsett

Ingi Samuelsen

05.10.2017 - 08:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Ætlanin hjá løgmanni um at hava fólkaatkvøðu um nýggja føroyska stjórnarskipan á flaggdegnum, 25. apríl 2018, verður av ongum.

Tað ber heilt einfalt ikki til av teirri orsøk, at tað stendur í uppskotinum, at tað skal samtykkjast á fólkaatkvøðu í fyrsta lagi hálvt ár og í seinasta lagi eitt ár eftir, at tað er endaliga samtykt av Løgtinginum.

Og málið fær ikki fyrstu viðgerð á tingi fyrr enn 24. oktober – eitt hálvt ár og ein dag undan komandi flaggdegi. Áðrenn uppskotið er liðugt viðgjørt á tingi, skal tað í eina serliga tingnevnd við umboðum fyri allar flokkar og tríggjar viðgerðir í tingsalinum.