Stjórnin hevur ’keypt ein grønlending’



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 16:58

Tíðindi > Grønland

Útsøgnin vekir minnir um eina myrka fortíð – men er helst ikki annað enn politiski veruleikin á Fólkatingi.

Tað er niðurstøðan hjá grønlendska miðlinum Sermitsiaq, nú ein minni gøla er uppstaðin av eini útsøgn, sum danski skattamálaráðharrin, Karsten Lauritzen, hevur sagt í sambandi við nýggjársdøgurðan hjá drotningini.

Við Dagbladet Holstebro/Struer segði Vinstraráðharrin um smala meirilutan upp á 90 tingfólk hjá stórnini, at tey nú høvdu tryggjað sær atkvøðu nummar 91 við at ’keypa ein grønlending’.

Hann sipar til fyrrverandi grønlendsku landsstýrisforkvinnuna, Aleqa Hammond, sum hevur lovað ikki at atkvøða ímóti donsku stjørnini aftur fyri formanssessin í grønlandsnevndini á fólkatingi.

Sjálv er Aleqa Hammond ikki fegin um málberingina hjá skattamálaráðharranum.

- Tað er soleiðis, hann tosar um okkum grønlendingar. Tað er nakað, sum kann keypast, sigur Aleqa Hammond við Danmarks Radio.

Sjálv ætlar hon sær tó ikki at gera meira við málið, og hevur heldur ikki slept lyftunum um at stuðla stjórnina.

- Tað má vera upp til flokkin hjá ráðharranum at taka upp, hvussu tey umrøða sínar samstarvsfelagar, sigur hon við dr.dk.

Hon heldur, at henda útsøgnin meira lýsir eina gongd í danska samfelagnum viðvíkjandi viðurskiftunum við grønlendingar.

- Hette er ikki nakað nýtt fyri meg. Tað er so vanligt, at grønlendingar í Danmark verða diskrimineraðir, bara tí teir eru grønlendingar, og vísir til eina javnstøðufrágreiðing frá 2015, sum vísir tað sama.

Biður um umbering

Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri, biður nú um umbering fyri útsøgning og kallar hana ’ósmarta’.

- Útsøgnin var ikki framborin á rættan hátt. Sjálvandi er ongin keyptur ella seldur, sigur Karsten Lauritzen, sambært dr.dk í dag.