Mynd: EPA

Stockholm: Maður sigur seg standa aftan fyri álopið

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

07.04.2017 - 18:43

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Sambært Aftonbladet hevur svenska løgrelan handtikið ein mann norðaliga í Stockholmi. Maðurin skal hava sagt seg hava framt álopið í Stockholmi fyrr í dag. 

Álopið hendi í dag um trý tíðina, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á einari gøtu í Stockholmi.
Svenska løgreglan vil ikki viðmerkja upplýsingarnar, sum Aftonbladet hevur.