Tekning úr rættarhølinum (Mynd: EPA)

Stockholm: Usbekarin játtar seg sekan í yvirgangi

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 11:12

Tíðindi > Svøríki

39 ára gamli usbekarin, Rakhmat Akilov, sum 7. apríl í fjør við nógvari ferð koyrdi inn í handilsgøtuna Drottninggatan í Stockholm í einum lastbili, jattar seg sekan í yvirgangi.

Í dag byrjaði rættarmálið móti manninum.

- Hann játtar seg sekan í yvirgangi, yvirgangsroynd og roynd at seta nógv mannalív í vanda, sigur sakførarin, Johan Eriksson.

Fimm fólk lótu lív undir álopinum, og 15 onnur vórðu særd.

Akilov hugdi burtur, tá við byrjanini av rættarfundinum vórðu vístar upptøkur av ruðulleikanum frá álopinum, tá hann koyrdi lastbilin inn í ein keypsskála. Upptøkurnar vístu lastbilin stinga út úr skálanum, meðan fólk á gøtuni skríggja og royna at hjálpa teimum særdu.

Tá ákærin Hans Ihrman fyrr í mánaðinum kunngjørdi ákærurnar í málinum, segði hann, at tey fara eftir at Akilov skal hava lívstíðardóm, skrivar Ritzau frá TT.

Í ákæruritinum verður sagt, at Akimov vildi ”skapa ótta í fólkinum sum heils” og ”noyða svensku stjórnina og svenska tjóðartingið at støðga svensku luttøkuni í altjóða tiltøkunum mótvegis Irak og Islamiskum Stati”.

Roknað verður við, at rættarmálið fer at varða til einaferð í mai mánaði,

Umframt ákærurnar um dráps og drápsroyndir, verður hann eisini ákærdur fyri at hava sett lívið hjá 150 fólkum í vanda.

Akilov hevði kannað fleiri torg og støð í miðbýnum í Stockholm undan álopinum, tá hann rændi ein lastbil og koyrdi hann inn í mannamongdina. Akilov hevur viðgingið, at hann framdi álopið, og hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani.

Verji hansara sigur, at Akilov roynir at fáa ein tíðaravmarkaðan dóm.

Ákæran móti Akilov sigur eisini, at hann, áðrenn hann koyrdi inn í Drottninggatan, royndi at bresta eina bumbu. Bumban var fimm hylki við butangassi umframt skrúvum, knívsbløðum og nógvum øðrum hvøssum lutum.

Akæruritið vísir eisini á eina røð av umstøðum, sum peika á, at Akilov hevði áhuga fyri Islamiskum Stati. Hann hevur granska filmsbrot ið propaganda frá IS. Henn hevði eisini lisið nogv um kríggið í Sýria.

Í ákæruni verður Akilov lýstur sum ein ”einsamallur gerningsmaður”. Tað er tó óvist um hann hevur tosað við onnur um álopið.

Akilov kjattaði við ein annan, og sendi myndir til viðkomandi úr lastbilinum, sum hann brúkti til at koyra inn í Drottninggatan.




beint nú