Helge Lund, ið nú verður nevndarformaður í BP, var stjóri í Statoil øll árini felagið raðfesti oljuleiting við Føroyar. Føroyski Statoilstjórin Rúni M. Hansen her saman við Helga Lund.

Stóð fyri oljuleiting við Føroyar - nú oddamaður í BP



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

26.04.2018 - 11:55

Oljan >

Hann hevði stórar dreymar um Føroyar sum framtíðar oljutjóð og raðfesti tí eisini sum stjóri í norska Statoil føroysku oljuleitingina rættiliga høgt. Í mong ár arbeiddi hann eisini saman við Rúna M. Hansen, táverandi stjóra hjá Statoil í Føroyum og seinni sum leiðari fyri øllum virksemi hjá Statoil í Arktis. Síðani eru teir báðir givnir í Statoil men hava havt eitt tætt samstarv kortini skilir Oljuportalurin.  

Nú flytur sami Helge Lund, sum var stjóri í norska Statoil øll tey árini felagið raðfesti oljuleiting við Føroyar, seg upp á ovastu rók  sum nevndarformaður í einum av hemsins størstu oljufeløgum, BP. Hann tekur við eftir svenska Carl Henric Svanberg, sum hevur røkt hetta týðandi starvið í altjóða oljuvinnu síðani 2010. Helge Lund, sum ikki heilt slepti sambandið við Føroyar, eftir at Statoil gavst við oljuleitingini her, er eisini nevndarlimur í føroysku íløgufyritøkuni Tjaldur, har Rúni M. Hansen, fyrrverandi Statoilstjóri í Føroyum, er nevndarformaður. Teir báðir hava samstarvað væl og nógv øll hesi mongu seinastu árini.

Flestu viðmerkingar til setanina eru sera jaligar. Eitt nú sigur stjórin í BP, Bob Dudley, at Helge Lund verður ein sera góður maður fyri BP, vegna sínar drúgvu royndir og vitan í oljuvinnuni. Ætlanin er eisini, at við Helga Lund skal BP seta uppaftur meiri ferð á at gera BP meira grønt. ”Eg havi kent Helga Lund í meira enn 10 ár, og eg gleði meg til at arbeiða saman við honum,” sigur Bob Dudley og vísir serstakliga til strategisku vissiónirnar og nútímans altjóða hugflogið, sum hann stendur fyri. Núverandi nevndarformaðurin er eisini fegin um valið av Helga Lund, sum hann heldur fer at hava sera jaliga ávirkan á felagið og orkuheimin sum heild, nú heimurin krevur meira orku við minni útláti.

Helge Lund var herfyri eisini valdur til nevndarformann í størstu fyritøkuni í Norðurlondum, Novo Nordisk.

Um BP, sum eisini hevur verið eitt av mest virknu feløgunum í føroysku oljuleitingini, nú við Helga Lund á odda, aftur fer at vísa Føroyum ans, er sjálvandi óvist. Men hann hevur so royndirnar og vitanina.