Mynd: EPA

Støðan í Ísrael fær avleiðingar á altjóða politiska pallinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.05.2018 - 13:43

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Harðligir samanbrestir vóru við Gaza geiran í gjár, á degnum tá ísraelar hátíðarhildu 70 ára dagin fyri stovnanina av statinum Ísrael. Áleið palestinar 60 lótu lív, meðan áleið 2.771 aðrir vórðu særdir av ísraelska herinum í ógvusliga mótmælinum.

Í dag hevur verið friðarligari, m.a. tí at Hamas hevur kunngjørt streyku í økinum. Hetta hevur við sær at gøturnar eru tómar og handlar hava verið stongdir, meðan fólkið hevur jarða tey deyðu.

Tó eru enn fleiri hundrað, sum mótmæla eystanfyri Gaza City, har nakrir ungir menn kastaðu við ymiskum, og brennandi flogdrekar vórðu sendir yvir markið og settu eld á stór øki, skrivar DR.

Á politiska pallinum er tó ófriður. Fleiri lond hava kallað sínar sendimenn í Ísrael til fund at kunna um støðuna, meðan Frakland og Týskland hava harta ísraelsku handfaringina av støðuni.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur kalla Ísrael fyri ein Apartheid stat og útvísti ísraelska sendimannin í Turkalandi, meðan palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, sendi boð eftir teirra umboði í Washington um at koma heim, tí at USA flutti sendistovuna úr Tel Aviv til Jerusalem.