(Savnsmynd: EPA)

Stoke City fær vitjan av oddaliðinum

Ari av Rana

12.03.2018 - 15:51

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stoke City stendur fyri einari torførari uppgávu í kvøld, tá liðið tekur ímóti Manchester City á heimavølli í Premier League kappingini.

Stoke berjist fyri at sleppa undan niðurflyting, og tí kemur illa við, at teir í kvøld taka ímóti liðinum hjá Pep Guardiola. Sigrar Manchester City í kvøld liggur felagið heili 16 stig fremst á stigatalvuni. Vinnur Stoke í kvøld, megnar liðið at lyfta seg upp yvir niðurflytingarstrikuni. Hóast Stoke liggur nummar 19, eru bert fýra stig upp til nummar 14.

Stoke má nokk vóna at megna ein javnleik í kvøld, tí at fá eru liðini, sum hava vunnið á Manchester City hetta kappingarárið.

Dysturin verður spældur kl. 20.