Savnsmynd

Stongja ikki tunlarnar norð um Fjall hóast alt

Sverri Egholm

18.10.2017 - 13:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Arbeitt verður við øðrum møguleikum,. at útvega økinum norðanfyri tunlarnar meira streymorku, enn at grava streymkaðalar niður í tunlarnar og harvið verða noyddur at stongja tunlarnar norð um Fjall um næturnar.

Tað segði Henrik Old, landsstýrismaður, í tinginum í morgun eftir ein munligan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

- Ein kann gleðast yvir, at tað er vinnan sum manglar streym, tí tað er sera positivt, at vinnan er so mikið aktiv, at hon manglar streym, segði Henrik Old.

- Vit eru í gongd við kanna hvørja aðra loysn man kann finna. At stongja tunlarnar ein stóran part av náttini er tann ringasta av teimum ringastu loysnum. Tað skal eingin ivi vera um tað, og tað royna vit at umganga, um tað uppá nakran máta kann lata seg gera, segði landsstýrismaðurin.

Arbeiðið at leggja kaðal gjøgnum tunlarnar skuldi annars byrja nú hálvan oktober, men rættiliga stór ónøgd hevur verið um hetta. Eisini eru undirskriftir savnaðar og handaðar Henriki Old.