Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Stór ósemja millum partarnar í Trivnaðarnevndini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

14.03.2016 - 18:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Trivnaðarnevndin hevur í dag lagt fram álit um hjúnabandslógina.

Nevndin hevði býtt seg í ein meiriluta og minniluta, við Katrin Kallsberg, Sonju Jógvansdóttir, Òluvu Klettskarð og Djóna N. Joensen í meiriluta, meðan Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni vóru í minniluta.

Sjónarmiðini hjá teimum báðum pørtunum eru í høvuðsheitum ein avspegling í tí kjaki, ið hevur verið bæði á tingsins røðarapalli og í miðlunum seinastu mánaðirnar, og er talan um rættiliga stóra ósemju millum partarnar.

Meirilutin vísir á, at uppskotið hevur stóran bata fyri tey samkyndu, samstundis sum tað fær ikki aðrar avleiðingar fyri hvørki samfelag ella kirkju og samkomur.

Tvíhildið verður um, at lógaruppskotið fevnir ikki um kirkju, og at broytingin fer ikki at geva samkyndum nakran løgfrøðiligan rætt fáa hjúnabandið signað í kirkju.

Minnilutin er tó ikki sannførdur og vísir á, at alt ov nógvar síður og avleiðingar av uppskotinum er lýst og viðgjørd ov illa.

Eisini heldur minnilutin, at tað er púra burturvið, at tað ikki verður bíðað við uppskotinum, til málsøkið "persóns- famliju og arvarættur" verður yvirtikið, sum stungið er út í kortið í samgonguskjalinum.

Les eisini: Trivnaðarnevndin lagt fram álit um hjúnabandslóg