Badminton: JFK Open um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

01.12.2017 - 19:46

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Í morgin leygardagin og sunnudagin verður Grand Prix 3 hildin í Klaksvík. Hetta er ein stór kapping har uml 190 leikarar koma at luttaka. 

Leygardagin kappast børn og ung upp til og við U17. 

Sunnudagin kappast vaksin A,B og C har eisini fleiri ungir leikarar eru við.

Leygardagin verður kappast í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Har eru 10 banar tilsamans, so í Klaksvík eru góðar umstøður. Byrja verður kl 09:00 og hildið á til uml 20:00. 

Sunnudagin verður kappast í badmintonhøllini. Byrja verður sunnudagin kl 13:00 og hildið verður á til kl uml 19:00. 

Tað er Klaksvíkar badmintonfelag sum er vertir fyri hesu kapping, sum verður stuðla av JFK, og hevur kappingin heitið JFK-Open 2017.