Stór heiðursløn til dansk-føroyskan tónleikara í Sidney



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

29.10.2013 - 05:02

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

HEIÐURSLØNIR: Danska Krúnprinsaparið hevur í dag latið fleiri heiðurslønir á stórfingnum tiltaki í heimskenda Operahúsinum í Sidney. Ein av móttakarunum hevur føroyskar røtur.


Mentanarprísurin hjá Krúnprinsaparinum fór til listarligu oddafólkini handan sjónvarpsrøðirnar "Forbrydelsen" og "Borgen". Landsfevnandi felagsskapurin "Náttarravnarnir" fingu sosialu heiðurslønina, og ungu tónleikararnir Rune Tonsgaard Sørensen, violinspælari og MØ alias Karen Marie Ørsted, sangarinna og sangskrivari, fingu heiðurslønina "Stjernedrys" hjá Krúnprinsaparinum.

Stjernedrys heiður til "hálvan føroying"
Tað, sum kanska hevur serligan áhuga í Føroyum, er, at ein av teimum, sum fingu Stjernedrys heiðurslønina handaða í dag saman við 50.000 kr., er violinspælarin Rune Tonsgaard Sørensen, sum hevur føroyskan pápa. Rune hevur fleiri ferðir havt framførslur í Føroyum.

Hetta var røðan, sum Krúnprinsaparið helt fyri Rune Tonsgaard Sørensen:

”Rune Tonsgaard Sørensen er ein violinspælari, sum vekir virðing við sínum neyva og kensluborna spæli, sínum yvirlegna teknikki og melodiøsiteti. Fáir aðrir tónleikarar í klassiska tónleikaheiminum gera so nógv fyri at blanda klassiska tónleikin við danska fólkatónleikin enn júst hann. Júst henda spennivíddin frá tí fullfíggjaða klassiska tónleikinum til tann svingandi fólkatónleikin, vísir hvat fyri musikalskur línudansari Rune Tonsgaard Sørensen er.

Vit vóna, at "stjernedrys" heiðurslønin fer at varpa meira ljós á Rune Tonsgaard Sørensen og hansara serligu gávur og einastandandi sans fyri musikalskum margfeldi."

Í ár var Operahúsið í Sidney karmur um handanina av heiðurslønunum hjá Krúnprinsaparinum, sum liður í dansk-australska hátíðarhaldinum av 40 ára degnum hjá Operahúsinum.

Stórfingna tiltakið varð sent beinleiðis í australska sjónvarpinum SBS1 og varð sent í DR1 í kvøld.

Krúnprinsaparið handaðu sjálvi tær fýra heiðurslønirnar, sum tilsamans eru verdar 1,1 mió. kr. á pallinum frammanfyri 1.000 gallakløddum gestum.

Her ber til at síggja alla sendingina, sum varð send í DR1 í kvøld..

Leggið merki til troyggjuna sum sjónvarpsvertinnan er farin í móti endanum av sendingini....! Sera gott lýsingarvirði fyri føroyska framleiðslu.