Henrikkur og Margreta í Norðoyatunlinum í 2010

Stór myndarøð: Henrik prinsur í Føroyum í 2005 og 2010

Sverri Egholm

14.02.2018 - 17:01

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Sum kunnugt andaðist Henrik prinsur í gjárkvøldið klokkan 23:18 danska tíð á Fredensborg.

Fyrstu ferð Henrikkur prinsur vitjaði Føroysku oyggjarnar var í 1971. Hetta var árið fyri, at krúnprinsessa Margretha gjørdist drotning. Hann var í alt 10 ferð á almennari vitjan í Føroyum. Altíð við Margrethu drotning við sína lið. Seinastu ferð hann var á almennari vitjan var í 2010.

Jens Kristian Vang, myndamaður, hevur verið í savninum hjá sær og funnið myndir fram av vitjanunum hjá Margrethu drotning og Henrikki prinsi í 2005 og 2010.