Forstjórin í Marine Harvest Group, Alf Helge Aarskog, hevur í morgun avlýst stóru samanleggingina í Kili. Mynd: Jógvan H. Gardar

Stór samanlegging hjá Marine Harvest í Kili bleiv av ongum

Jógvan Hugo Gardar

09.06.2015 - 07:50

>

Alivinnan í Kili hevur verið í einum djúpum aldudali, rakt av sjúku og sum avleiðing av hesum eisini trupult at fáa neyðuga fígging til vega hjá nógvum av alifeløgunum.

Í vetur komu boð um at tvey av stóru feløgunum í alivinnuni í Kili, AquaChile og Marine Harvest, skuldu leggja saman til eitt felag í landinum. Samanleggingin vildi gjørt fyritøkuna til tað størstu alifyritøkuna í landinum.

Í morgun sendi Marine Harvest út eini boð umvegis keypsskálan í Oslo, har tað stutt verður sagt at samanleggingin verður av ongum.

Forstjórin í Marine Harvest Group, Alf Helge Aarskog, sigur í viðmerking til TDN Finans í morgun, at talan var um fleiri smálutir sum partarnir ikki kundu semjast um sum gjørdi at samanleggingin nú er avlýst. Talan skal millum annað hava verið um spurningar sum partarnir ikki megnaðu at semjast um saman við kappingarmyndugleikunum í Kili, og tey krøvini sum blivu sett.

Marine Harvest hevur nógv aliloyvir í Kili, men hevur síðani kreppan rakti landið roynt at avmarka virksemi, fyri at sleppa undan ov stórum tapum. Aarskog hevur millum annað sagt at um myndugleikarnir krevja tað, so skal hann lata ein laks svimja í hvørjum aliringi fyri ikki at missa loyvini, men at virksemi ikki kemur í hæddina aftur fyrrenn gongd kemur á aftur og heilsufrøðiliga støðan er góð.

Sambært TDN Finans er nú leyst millum AquaChile og Marine Harvest, og Aarskog sigur at Marine Harvest kemur at umhugsa fleiri møguleikar fyri at leggja saman í Kili. Hann meinar at tað í dag eru ov nógv alifeløg í landinum.