(Mynd: Sverri Egholm)

Stór upphiting áðrenn seinasta heimadystin leygardagin

Sverri Egholm

05.10.2017 - 13:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Leygardagin spæla tekur føroyska landsliðið ímóti Lettlandi á Tórsvølli. Og tað skal kóka.

Tað hevur Føroya Tele í samstarvi við Skansan og fleiri onnur sett sær fyri.

Frá klokkan 14 verður túnafótbóltur, driblikapping, skotkapping, andlitsmáling, myndaboks og annað í Dansifrøði.

Meðan tiltakið er, verður skipað fyri eini myndakapping á Instagram, har ið fólk kunnu leggja myndir út frá tiltakinum við at brúka hashtagg #førlet og luttaka í kapping um gávubrøv frá Atlantic Airways.

Dysturin byrjar klokkan 17.