Stór útbygging av Landssjúkrahúsinum skal setast í gongd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

22.02.2015 - 19:00

Tíðindi >

Í morgin verður skjøtil settur á stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, tá landsstýrismaðurin í heilsumálum fer at seta hakan í. Nýggi H-bygningurin verður ikki bert nýskapandi í sjálvum sær, men fer í stóran mun at nútímansgera allar mannagongdir á Landssjúkrahúsinum, ið eftir ætlan skulu vera til frama fyri bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk. Hetta sigur Landsverk á heimasíðu sínari.

Ætlaða útbyggingin av Landssjúkrahúsinum er nú komin so mikið langt, at farið verður undir at grava út í komandi viku. Í hesum sambandi fer landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, at seta hakan íí morgin, mánadagin 23. februar, klokkan 15.

Stóra útbyggingin við nýggja H-bygninginum, sum saman øðrum um- og útbyggingum av Landssjúrkrahúsinum í tíðarskeiðinum 2009-2019 fer at kosta eina slaka hálva milliard krónur, er greinað sundur í fleiri stig.

Fyrsta stigið er at grava omanav, so vissa fæst fyri, hvussu undirlendið háttar sær. Annað stig er sjálvt byggiarbeiðið, sum verður boðið út á sumri 2016, tá prosjekteringsarbeiðið er liðugt.

H-bygningurin er ein sera stór verkætlan í føroyskum høpi og verður hartil ein týðandi og sjónskur partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Staðsetingin í sjóarmálanum millum havnaløg og Sandágerð er serstøk, men eisini krevjandi.

Bygningurin liggur vakurt afturat verandi bygningum og hevur framsíðu út ímóti havinum og Sandagerði, sum er eitt yndisligt fríløtuøki. Móti miðbýnum og vinnuøkinum norðan fyri er bygningurin høgur og settur soleiðis, at útsýnið úr verandi forhøll ikki verður órógvað. Miðrúmið gjøgnum allar hæddir við matstovu niðast hevur útsýni yvir Nólsoyarfjørð.

Um stevnumið og virðir fyri útbygda sjúkrahúsið er at siga, at ein væl virkandi sjúkraviðgerð er av stórum týdningi fyri tann einstaka og harvið fyri samfelagið. Góðir karmar tryggja, at sjúklingurin skjótt kemur fyri seg og kann fara aftur til verka. Tí skal eitt sjúkrahús ikki síggjast sum ein útreiðsla, men ein íløga.

Kanningar vísa, at sniðgeving av bygningum, har sjúklingar halda til, hevur ávirkan á, hvussu skjótt fólk koma fyri seg eftir sjúkralegu. Somuleiðis eru kanningar gjørdar av, hvussu ljós, vinarligt umhvørvi, list og gott útsýni skundar undir grøðingina og minkar um nýtsluna av heilivági. Nýggi H-bygningurin er tillagaður hesar royndir.

Í tilevningini av bygninginum er dentur lagdur á at samantvinna sjúklingabólkar á skurð-, heilivágs- og psykiatrisku deild í sama bygningi við felags inngongd, íðkanar- og tilhaldsrúmum. Somuleiðis fara starvsfólkini at møtast tvørtur um fakmørk í felags skiftingarrúmi og í matstovuni.

Teir 11.000 fermetrarnir, sum eru lutaðir sundur á fýra hæddir, fara at fevna um psykiatriskan depil, somatisk seingjapláss, føðistovur, endurvenjing, køk og matstovu.

Við einum so lítlum sjúklingagrundarlagi – 48.000 íbúgvum – er smidleiki eitt týðandi lyklaorð. Landssjúkrahúsið fær øll sløg av sjúklingum, men talið er ógvuliga ymiskt, og tað setir krøv til smidleika.

Best møgulig nýtsla av rúmum fæst við, at rúmini kunnu brúkast til ymiskt. Starvsfólkini kunnu bíleggja tað rúmið, sum tey hava brúk fyri eitt ávíst tíðarskeið. Hetta er eisini í ein ávísan mun galdandi fyri seingjastovurnar, sum allar eru einastovur við baði.


Fleiri seingjardeildir við hvør sínum serkunnleika verða savnaðar á eini hædd. Hetta gevur møguleika at samskipa kvøld- og náttartímarnar í vikuskiftinum. Tann psykiatriska seingjardeildin verður skipað í fleiri eindum, sum eftir tørvi kunnu leggjast saman ella virka hvør sær.

Fyri at hækka matarupplivingina og minka um matarspillið, skal sjúklingurin fáa størri ávirkan á hvat, nær og hvar etið verður. Samskiftið millum køkin og sjúklingin verður betri, tí starvsfólkini í køkinum standa fyri endaligu borðreiðingini á deildunum.

Deildarkøkarnir standa eisini fyri síðstu avpussingini av máltíðini, áðrenn borðreiðingin fer fram. Sjúklingarnir kunnu velja, hvar tey vilja fáa sær. Antin á stovuni, har etið annars verður á deildini, ella á sjálvari matstovuni.

Umhvørvinum verður altíð givið gætur. Bygningurin verður hitaður við spillhita frá sjúkrahúsinum við ískoyti frá eini sjóhitaskipan.

Flutningurin í húsinum er eisini í brennideplinum, til tess at fáa raksturin so skynsaman sum gjørligt. Sum nakað heilt nýtt verður goymslan av seingjum í seingja-tornum, ið eru knýtt í eina sjálvvirkandi vaskimiðstøð. Hetta borgar somuleiðis fyri einum javnt høgum reinføri, og at ein rein song altíð er klár, har tað er brúk fyri henni.