Mynd frá oyggjaleikunum í Gotlandi 2017 (Mynd: Sverri Egholm)

Stóra fimleikakappingin á Hálsi farin í gongd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

21.10.2017 - 12:38

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

82 fimleikarar úr Íslandi, Skotlandi, Wales, Noreg, Svøriki, Danmark, Finland, Írland og Føroyum kappast um vikuskiftið í Northern European Championship, eisini nevnt NEC.

Kappingin er í Høllini á Hálsi.

Í dag eru liðkappingar og all around. Í morgin sunnudagin eru finalurnar í hvørjum einstakum amboði. Kringvarpið sendir beinleiðis frá finalunum sunnudagin, sum byrjar klokkan 12 og enda klokkan 17.

Tey sum luttaka fyri Føroyar eru Christina T. Arge, Astrið N. Breckman, Rebekka I. Rein, Elsbet L. Dalbø, Marý Petersen, Aron Jacobsen, Djóni Sakarisson, Rani A. Dalsgarð, Christopher Klevang og Bogi Berg.

Eisini eru føroyskir dómarar til kappingina, sum er Anna Margit D. Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Vár B. Árting, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali.

Til ber at fylga við úrslitinum beinleiðis her