Mynd: EPA

Stórabretland fær loysing í 2019

Steinar Patursson

02.10.2016 - 14:33

Tíðindi > Uttanlands - ES

Stórabretland fer undir formligu tilgongdina at taka seg úr ES samstarvinum seinast í mars mánaði komandi ár.

Theresa May, bretskur forsætisráðharri, hevur boðað frá, at grein 50 í Lissabon sáttmálanum verður gjørdur virkin í mars mánaði. Grein 50 í Lissabon sáttmálanum er formliga aktiveringin, um eitt land ætlar sær úr ES.

Samstundis gjørdi Theresa May greitt, at European Communities Act frá 1972 verður strikað. European Communities Act var lóggávan, ið limaði Stórabretland inn í ES marknaðin, og samstundis staðfesti, at ES lóggáva er oman fyri bretskari lóggávu.

Nógv hevur verið gitað um, hvussu Stórabretland skal fyrihalda seg til tað ovurstóra lógararbeiðið, ið skal gerast í sambandi við fráfaringina úr ES. Eitt ótal av ES lógum eru galdandi í Stórabretlandi, og talan er um eitt ovurstórt arbeiðið, ið skal avgreiðast. May hevur tó gjørt greitt, at talan verður um eitt stórt lógaruppskot, ið sum útgangsstøði varðveitir galdandi ES lóggávu, men sum bretska tingið síðani kann velja ella vraka - hvønn lógartekst í hvørjum sær.

Eftir ætlan skal Stórabretland vera vorðið sjálvstøðugt í 2019.