Jean-Claude Juncker. Mynd: EPA

Stórabretland verður møguliga aftur í ES

Steinar Patursson

10.03.2017 - 22:18

Tíðindi > Uttanlands - ES

Jean-Claude Juncker, forsetin í Evropakommissiónini, vónar, at onkran dagin verður Stórabretland aftur at síggja í ES.

- Mær dámar ikki Brexit, tí at eg vil gjarna vera í sama báti sum bretarnir, segði Juncker á tíðindafundi eftir toppfund við leiðarar úr ES londunum.

- Dagurin fer at koma, tá bretar koma umborð á ba´tin aftur, vóni eg, helt hann áfram.

Hildið verður, at fundurin var seinasti av sínum slagi, áðrenn Stórabretland setur í verk grein 50 í Lissabon sáttmálanum, ið er byrjanin til formliga at taka seg úr ES samstarvinum. Stórabretland fer møguliga at seta í verk grein 50 so tíðliga sum í komandi viku.

Juncker óttast tó ikki um framtíðina hjá ES, heldur ikki havandi í huga, at eitt av størstu ES londunum er í ferð við at taka seg úr samstarvinum.

- Brexit er ikki endin á Evropa Samveldinum, eiheldur endin á okkara menning, eiheldur endin á okkara kontinentalu framsókn, segði Juncker og vísti á, at Brexit gav hinum limalondunum størri sannføring um at halda áfram í ES.