Stórar hvítusunnukonsertir í Klaksvík og í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

15.05.2018 - 14:09

Mentan > Mentan > Konsertir

Havnarkórið hevur aftur í vár sett eina av stóru messunum á skránna, hesaferð eina messu hjá gitna tónaskaldinum Franz Schubert (1797-1828). Schubert skrivaði hesa messuna árini 1819-1822. Messan er nummar fimm av í alt seks messum, sum tónaskaldið skrivaði.

Tónleikasøgufólk eru ikki í iva um, at tær báðar síðstu eru tær bestu. Tey karakteristisku skiftini millum moll og dur, skift millum kraftmiklar satsar til yndisligar kvatettir og millum kvikar og seinar gongdir, seta dám á tónleikin. Schubert stóð við øðrum beininum í nýggja romantiska rákinum innan tónleik og við hinum í Wienerklassiska tíðarskeiðnum, og tann eitt sindur eldri Beethoven var ein stóra fyrimynd hjá honum.

Havnarkórið hevur mongu seinastu árini havt stórverk á skrá. Við tí navnframa Ólavi Hátún á odda, hevur kórið framført nógv at teimum størstu og bestu kórtónaverkunum í tónleikasøguni. Síðani 2014 hevur Leif Hansen verið kórleiðari og hevur hann ført hesa siðvenjuna víðari.

Messan, sum er lítlan tíma til longdar, er ikki framførd í Føroyum fyrr, og vónin er, at áhoyrarar fáa eina góða og minniliga tónleikauppliving í Christianskirkjuni hvítusunnuaftan kl. 19.30 og í Vesturkirkjuni í Hvítusunnudag kl 17.00.

Solistar:

Catlen Gjøl, sopran

Elsa Súsanna Dalsgaard, alt

Ernst Sondum Dalsgarð, Tenor

Hans Lawaetz, bass

Dirigentur: Leif Hansen

Teir umleið 30 tónleikarnir eru úr Føroyum og Danmark