(Mynd: Sverri Egholm)

Stórar maskinur út á Glyvursnes


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 14:44

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Seinnapartin í dag vórðu tveir stórir dumparar fluttir á vogni av havnarlagnum við eystaru bryggju í Havn og út á Hamarin á Argjum, haðani dumpararnir sjálvir koyrdu eftir smala Glyvursvegnum út til grótbrotið á Glyvursnesi, har teir skulu brúkast til at flyta grót oman til sjóvarmálan.

Talan er sjálvandi um grótið, ið skal brúkast til nýggju havnarbyggingina í Havn.

Tað er byggifyritøkan J&K Petersen, sum stendur fyri umfatandi arbeiðinum. Til hetta hava tey keypt fýra av hesum stóru CAT-dumparunum, sum lasta 32 rúmmetrar av tilfari. Tveir teir fyrstu komu til landið í hesi vikuni, og eru komnir út á Glyvursnes, meðan teir báðir næstu koma komandi sunnudag.

Harafturat standa eisini tvær stórar 90 tons tungar CAT 390S gravimaskinur á havnarlagnum og bíða eftir at verða fluttar út á Glyvursnes. Tað hendir í dag ella í morgin, sigur Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari hjá J&K.

Byrja at sigla grót í næstu viku
Tað er nú nakað síðani, at J&K byrjaði arbeiðið úti á Glyvursnesi. Í fyrstu atløgu er ein 40 metra long atløgubryggja gjørd, eins og skúrar og annað til starvsfólkið er sett upp. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og Eyðfinn Lenvig væntar, at teir byrja at sigla grót inn í komandi viku.

Grótflutningsbáturin Siri, sum eisini varð brúktur seinast, grót varð flutt av Glyvursnesi til Havnar, er komin til landið aftur, og er klárur at fara til verka. Seinastu umleið fimm árini hevur Siri verið í Noregi, har J&K hevur brúkt hana til ymisk arbeiðir har.

Keypt ein flutningsbát afturat
Men Siri fær ein felaga afturat í sambandi við havnararbeiðið, sum nú fer í gongd. J&K hevur keypt ein annan bát úr Týsklandi, sum liggur klárur at verða sleipaður til Føroyar so skjótt líkindi eru til tess.

- Nýggi grótbáturin er nakað styttri enn Siri, men breiðari. Hann kann lasta 350 rúmetrar av gróti, meðan Siri tekur 250, sigur Eyðfinn Lenvig.

Dýpið er 34 metrar har, sum grótið skal sleppast, so tað tekur nakað av tíð, áðrenn nakað fer at síggjast til nýggja lendið, sum tey nú fara í holt við at fylla út uttan fyri Skansabryggjuna í Havn.