(Mynd: EPA)

Stórasystir sigraði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.03.2018 - 14:25

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Serena Williams, sum er ein av bestu tennisleikarunum nakrantíð, tapti í nátt í Indian Wells WT kappingini móti Venus Williams.

Hetta var fyrsta kappingin hjá Serena Williams síðani januar 2017. Hon hevur havt ein steðg, tí at hon var við barn.

Serena vann sín fyrsta dyst í kappingini, men megnaði ikki at vinna á Venus. Stórasystir vann dystin við 6-3,6-4.

Venus er nú klár til fjórðu rundu í kappingini. Hon er styrkismett sum nummar 8 í heiminum.

Seinast Serena Williams var við í kapping var í Australian Open í januar 2017, har hon vann. Tað var hennara 23. grand slam tittul. Hon átti eina dóttur í september.