Stórdystur á Emirates Stadium í dag

Ari av Rana

02.12.2017 - 09:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Heili átta dystir verða spældir í ensku Premier League í dag. Mest áhugaverdi dysturin er uttan iva tann á Emirates Stadium í London, har Arsenal tekur ímóti Manchester United. Manchester United roynir at hanga í Manchester City, meðan Arsenal spakuliga hála seg inn á oddaliðini. Hesin dysturin verður spældur kl. 17:30.

Fyrsti dysturin verður spældur á Stamford Bridge kl. 12:30, tá Newcastle United fer á vitjan hjá Chelsea. Chelsea liggur á triðja plássi, bert trý stig aftanfyri Manchester United. Newcastle United royna at samla sær stig fyri at sleppa frá niðastu liðunum.

Kl. 15 verða seks dystir spældir. Mest áhugaverdu dystirnir eru Brighton & Hove Albion móti Liverpool, og Watford móti Tottenham. Liverpool og Tottenham royna at hanga í teimum ovastu liðunum, men mótstøðuliðini hava fingið góða byrjan á kappingarárið. Serliga hevur Watford klára seg væl og liggja bert trý stig aftanfyri Tottenham, sum liggur á 7. Plássi.

Dystirnir í dag eru hesir:

Chelsea – Newcastle

Brighton & Hove Albion – Liverpool

Everton – Huddersfield Town

Leicester City – Burnley

Stoke City – Swansea City

Watford – Tottenham

West Bromwich Albion – Crystal Palace

Arsenal – Manchester United