Mynd: EPA

Stórdystur á Old Trafford í dag

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

10.03.2018 - 10:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sjey Premier League-dystir eru á skránni í dag.

Ein stórdystur verður brígslaður í gongd klokkan 12.30, tá Manchester United og Liverpool bresta saman á Old Trafford. Tað ræður um hjá báðum liðunum at vinna, tí tað eru bert tvey stig ímillum tey. Manchester United er á 2. plássi við 62 stigum, og Liverpool er á 3. plássi við 60 stigum.

Fimm dystir eru á skránni klokkan 15.00. Ein dystur er millum West Ham United og Burnley. Burnley er á 7. plássi við 40 stigum, og tað eru bert 5 stig færri enn Arsenal á 6. plássi. West Ham er á 14. plássi við 30 stigum. 

Ein annar dystur er millum Brighton & Hove Albion og Everton, sum eru á ávikavist 10. og 11. plássi við 34 stigum. Tað eru bert 3 stig upp til Leicester á 8. plássi.

Klokkan 17.30 møtast Chelsea og Crystal Palace. Chelsea er á 5. plássi við 53 stigum. Tað eru 5 stig færri enn Tottenham á 4. plássi. Crystal Palace er á 18. plássi við 27 stigum. Tað er umráðandi fyri Chelsea at vinna dystin fyri at hava møguleika at koma millum fýra tey bestu liðini, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.