Mynd: EPA

Stórdystur á Wembley í dag

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

10.02.2018 - 11:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Seks Premier League-dystir eru á skránni í dag. Klokkan hálvgum eitt tekur Tottenham Hotspur móti Arsenal. Tottenham er á 5. plássi við 49 stigum, og Arsenal er á 6. plássi við 45 stigum. Tað hevur týdning fyri bæði liðini at vinna henda dystin fyri at hava møguleika at hála seg upp millum fýra tey bestu liðini, sum gevur luttøku í Champions League komandi kappingarár. Tottenham kann við einum sigri í dag koma fram um Chelsea á 4. plássi. Chelsea tekur móti West Bromwich Albion mánakvøldið klokkan 20.00.

Klokkan trý eru fimm dystir á skránni:

Everton – Crystal Palace

Stoke City – Brighton & Hove Albion

Swansea City – Burnley

West Ham United – Watford

Tað eru bara 7 stig millum nummar 19 og nummar 9, og tí er tað umráðandi fyri øll hesi liðini at vinna.

Klokkan hálvgum seks spæla Manchester City og Leicester City. Manchester City er á 1. plássi við 69 stigum, og Leicester á 8. plássi við 35 stigum. Um Manchester City vinnur í dag, eru 16 stig niður til Manchester United á 2. plássi. Manchester United spælir móti Newcastle United í morgin klokkan 14.15.