Gareth Southgate og enska liðið komu til Russlands í dag. Ongland er í bólki G



(Mynd: EPA)

Stórfavorittar í bólki G

Agnar Frederiksen

12.06.2018 - 20:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

HM í Russlandi nærkast av álvvara. Vit hava hesar dagarnar upptakt og meting av øllum bólkunum 

Tað er altíð fokus á fótbóltsins móðurland, tá endaspæl skulu spælast. Ongland vann HM á heimavølli í 1966, men síðani er eitt hálvfinalupláss í 1990 besta endastøðan. Nú er tað ungt lið, sum Gareth Southgate hevur til taks, og sum skal umboða tjóðina í Russlandi. Við Harry Kane sum oddamanni, er talan ikki um eitt lið við einari rúgvu av royndum frá endaspølum. Vónirnar eru heldur ikki eins høgar sum vanligt er í Onglandi.

Á belgiska liðinum eru sera nógv sambond til Premier League. Ein rúgva av leikarum eru stórir profilar í Onglandi. Liðformaðurin Eden Hazard og miðvallarin Kevin De Bruyne eru ímillum allarbestu leikararnir í Premier League, og so eru eisini leikarar sum Romelu Lukaku, Vincent Kompany, Thibaut Cortouis og trioin úr Tottenham: Jan Verthongen, Toby Alderweireld og Mousa Dembelé. Umframt hetta eru aðrir stekrir leikarar í hópinum, og pláss var ikki fyri Roma-profilinum; Radja Nainggolan.

Fyrrverandi venjarin hjá Everton og Wigan, Roberto Martinez, hevur Arsenal-legenduna, Thierry Henry, til at hjálpa sær. Teir hava “eitt gylt ættarlið”, ið nú skal sláa til. Belgia kom til fjóðringsfinaluna til seinasta HM og til EM í 2016. Hetta er HM-endaspæl nummar 13 hjá Belgia. Besta úrsliti var 4.plássið í Meksiko í 1986.

Tað er ein sera stór uppgáva fyri framman hjá Tunesia og Panama. Liðið úr Norðurafrika hevur luttikið til fýra endaspøl, harav trý á rað frá 1998-2006. Landið hevur ongantíð spælt seg víðari. Í 1998 var Tunesia eisini í bólki saman við Onglandi. Innhýsis dysturin endaði 2-0 til Ongland. Panama er við til sítt fyrsta HM-endaspæl.

Hvørki av hesum liðunum hava stórar stjørnur. Wahbi Khazri hjá Tunesia er tó besta boðið. Miðvallarin hjá Rennes hevur skorð 12 mál í 35 landsdystinum

Meting: Saman við bólki B, har Spania og Portugal eru stórfavorittar, so er hetta lættasti bólkurin at meta um. Belgia og Ongland skulu av álvara spæla undir sítt støði fyri ikki at koma víðari. Vit meta, at Belgia vinnur bólkin frammanfyri Ongland, og at bæði liðini koma til í minsta lagi fjóðringsfinaluna.

Dystarskrá:


Mánadagin 18.juni 16.00 Belgium - Panama
Mánadagin 18.juni 19.00 Tunisia - England

Leygardagin 23.juni 13.00 Belgium - Tunisia
Sunnudagin  24.juni 13.00 England - Panama

Hósdagin 28.juni 19.00 England - Belgium
Hósdagin 28.juni 19.00 Panama -Tunisia

 
Les um bólk F her: