Liðformaðurin hjá Onglandi til tíðindafund í gjár. So fáa vit at síggja, um Harry Kane og hinir á enska liðnum hava nakað at smílast um eftir dystin í kvøld

(Mynd: EPA)

Stórfavorittarnir í bólki G skulu royna seg

Agnar Frederiksen

18.06.2018 - 08:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Dagur 5 í HM í Russlandi er á skránni. Tríggir dystir verða leiktir; ein í bólki F og tveir í bólki G. 

Seinasta norðurlendska landið skal nú í gongd. Danmark og Ísland fingu frálík úrslit leygardagin, og nú eru tað sviar, ið eiga tørn. Svøríki spældi seg til HM við fyrst at skúgva Hollandi til viks í dystinum um playoff-pláss, og í playoff-dystunum syrgdi Svøríki fyri, at Italia fyri fyrstu ferð síðani 1958 ikki er við til eitt HM endaspæl.

Í gjár yviraskaði Meksiko við at vinna á týsku favorittunum. Hetta opnar bólkin av álvara, og tí er meira trýst á Svøríki í dag. Suður Korea verður helst ikki nógv við undirlutam, og talan kann gerast um ein sera tættan dyst í Nizhny Novgorod. Bæði liðini hava tørv á at fylgjast við Meksiko.

Í bólki G er eingin ivi: Tey allarflestu vænta at Ongland og Belgia fara at spæla seg rímiliga trygt víðari. HM-debutanturin, Panama, skal í dag royna kreftir ímóti spennandi belgiska liðnum. Hetta eiga at verða trý stig hjá Belgia, og sterka liðið hjá Roberto Martinez og Thierry Henry skal vísa sínar dygdir. Útyvir Týskland, hava favorittar sum Brasilia og Argentina longu mist stig í endaspælinum, so belgiska liðið er ávarað, hóast mótstøðan í dag er ímillum tær allarveikastu í HM.

Tað er altíð nógv fokus og nógv trýst á enska liðinum. Hesaferð eru vónirnar ikki so stórar; hetta kemst helst av, at Ongland hevur eitt ungt og óroynt lið. Men har eru avgjørt profilar, sum kunnu verða við til at fáa Ongland langt. Í kvøld er Tunesia fyri framman. Í 1998 vann Ongalnd 2-0 á Tunesia í HM-endaspælinum í Frakland. Liðið hjá Gareth Southgate er stórfavorittur í kvøld, og tað verður spenanndi at síggja Kane og co. í eldinum.

13.00: Svøríki - Suður Korea  (Beinleiðis á KVF - DR1) 

16.00: Belgia - Panama           (Beinleiðis á KVF - TV2) 

19.00: Tunesia -  Ongland        ( Fokskotið á KVF; kl.20.20 -  DR1)