Mynd: EPA

Stórir bretskir bankar gera seg til reiðar at stinga í sekkin

Steinar Patursson

23.10.2016 - 20:36

Tíðindi > Uttanlands - ES

Fleiri stórir bankar gera seg nú til reiðar at flyta heimstað úr Stórabretlandi av ótta fyri Brexit avleiðingum, boðar felagið fyri bretskar bankamennm, BBA, frá.

Í skrivi sent til The Observer ger Anthony Browne, formaður felagsins, greitt, at smærri bankar verða møguliga klárir at flyta longu í 2017, og nógvir bankar bíða titrandi við at taka avgerðina.

Flestu bretsku bankarnir høvdu undir Brexit stríðnum ta greiðu støðu, at Stórabretland skuldi vera verðandi í ES, tí at bankakervið er allarhelst tann sektorurin, ið fær flest avleiðingar av atkvøðuni.

- Bankakervið er størsta útflutningsvinna í Stórabretlandi, og er nógv mobilari í altjóða høpi enn tær flestu. Men bankarnir fáa eisini reglur og rætt at tæna kundum uttanlands frá ES, sigur Anthony Browne.

Anthony Browne vísir eisini á, at tað er ein trupulleiki fyri bretskar bankar, at fleiri tjóðir í ES tykjast at vilja gera fráfaringaravtaluna hjá Stórabretlandi so trupla sum gjørligt, fyri soleiðis at revsa Stórabretland fyri avgerðina.

- Tað flytir møguliga nøkur arbeiði til PAris ella Frankfurt, men tað verður dýrari hjá fronskum og týskum feløgum at fáa fígging til íløgur, og tað lækkar ferðina á búskapinum.