(Mynd: EPA)

Stórir skaðar av skógareldum í Kalifornia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 08:40

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Vanlukkur

Minst 17 fólk hava latið lív í ógvusligum skógareldum í norðara parti av Kalifornia. Sløkkiliðini í landslutinum stríðast framvegis við at fáa tamarhald á fleiri skógar- og náttúrueldum, sum síðan sunnudagin hava elvt til stórar oyðileggingar.

Eldurin hevur oyðilagt umleið 1.500 íbúðir, víngarðar og aðrar bygningar. Í Napa County, ið er kent fyri sína vínframleiðslu, er ein 100 ára gamal maður og 98 ára kona hansara millum tey deyðu.

Hjúnini, ið hava kent hvønn annan í næstan 90 ár og hava hildið 75 ára brúdleypsdag, vórðu funnin deyð í íbúð teirra sunnudagin. Tey náddu ikki at flýggja undan eldslogunum.

Síðan sunnudagin eru yvir 200 fólk saknað, bert í sýsluni, ið eutur Sonoma County, skrivar Los Angeles Times. 45 av hesum eru tó síðan funnin, sigur ein talskvinna fyri myndugleikarnar.

Tey flestu, sum hava latið lív, eru úr júst Sonoma County, har stórur partur av høvuðsbýnum, Santa Rosa, er lagdur í oyði.

Fleiri tíggjutúsund fólk hava verið noydd at flýggja heimanífrá, skúlar eru stongdir og minst tvey sjúkrahús í Sonoma County eru stongd, og sjúklingarnir fluttir til onnur sjúkrahús, skrivar Ritzau. Sýslurnar Sonoma og Napa liggja norðan fyri San Francisco.

Guvernørurin í Kalifornia, Jerry Brown, lýsti mánadagin undantaksstøðu í raktu økjunum. Hann ávaraði samstundis um, at fleiri túsund íbúðir vóru í vanda.