Stórmál skulu leggjast fram


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 09:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Eftir ein støðg í fundarvirkseminum í tríggjar vikur, verður tingið kallað saman aftur í dag.

Fundurin verður settur klokkan 11, og á skránni er onnur viðgerð av einum evarska lítlum máli um at rættað nummari í eini paragraff í mvg-lógini og so tvær fyrstu viðgerðir, um útbyggingina av Glasi og eykajáttanarlógin fyri august mánað.

Men tað er meira tað, sum ikki er á skrá, sum hevur áhuga í dag. Tí tað er eisini framløga á skránni, og væntað verður at tey bæði stórmálini hjá samgonguni, fiskivinnunýskipanin og stjórnarskipanin, verða løgd fram í dag, og harvið almannakunngjørd fyri almenninginum.