Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Stormur á Havnini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

14.12.2017 - 15:37

Tíðindi >

Í gjár kom nýbygdi Stormur á Havnina. Skipið er ávegis úr Póllandi til Íslands, og okkurt smávegis skuldi gerast umborð á Havnini áðrenn teir fara víðari.

Stormur er eitt kombinerað línu -og garnaskip, sum kann frysta fiskin umborð. Tað er 45 metrar langt og 9,2 metrar breitt. Lastin er 580 rúmmetrar og tekur umleið 380 tons. Frystiorkan er 25 tons um samdøgrið.

Stormur er eitt sokallað “diesel-elektrisk” skip. Tað vil siga, at tað hevur ongan høvuðsmotor men hevur 3 ljósmotorar á 465 KW, sum eisini lata streym til “generatorin/motorin” á 750 KW, sum drívur høvuðsaksilin, og harvið skrúvuna.

Skrokkurin varð fyrst bygdur í New Foundlandi og var 23 metrar langur. Skrokkurin varð so sleipaður til Gdansk í Polen har hann er longdur til 45 metrar og skipið gjørt liðugt.

Skipið hevur nýggjastu línuútgerð frá Mustad og hevur annars nýggjastu útgerð til tílík skip. 20 mans kunnu vera við skipinum.

Eigarin Steindor Sigurgeirsson sigur, at hann hevur selt kvotuna og tí er skipið til sølu, hóast tað enn ikki hevur verið til fiskiskap.

Hann legði smílandi afturat, at Stormur er besta línuskipið í Norðuratlanshavið.