Windytv.com

Stormur og kuldi næstu dagarnar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

10.01.2017 - 22:24

Tíðindi > Veðrið

Dagurin í morgin og ovurmorgin hava nógvan vind og kulda at bjóða. Roknast kann við kava, sambært DMI.

Í morgin verður fyrst 15-10 m/s av útnyrðingi, vaksandi upp til 15 til 20 m/s og út á náttina hvirlur. Regn, men út á dagin vátaslettingur ella kavaæl. Hitin verður millum 2 og 5 stig, men seinni 0 til 3 stig.

Hósdagin fer ættin upp í útnyrðing ella norðan, og vindurin verður upp í 18 til 23 m/s við hvirlum upp í stormstyrki. Kavaælingur og milum 1 kuldastig og 3 stig. Út á náttina minkar vindurin og tá er sloppið í hesum umfari, sambært veðurforsøgnini.

Kavaælini halda fram til leygardagin.

Meira um veðrið her