Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Størri vøkstur í Eysturoynni enn í miðstaðarøkinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.03.2018 - 10:52

Tíðindi > Fólkatal

Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Merkisvert er við hesi uppgerð, at nú er vøksturin størri í Eysturoyar sýslu enn í Tórshavnarøkinum, bæði í tali og lutfalsliga.

Næst eftir Eysturoyar sýslu við 2,3% er størsti lutfalsliga ella prosentvísa vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri høvuðsstaðin við 2,2% og síðani í Vága sýslu við 1,7%.

So er eitt lop niður til Tórshavnarøkið og Norðoya sýslu við ávikavist 1,1 og 1,0%. Og síðani aftur eitt lop niður til Suðuroy við bert 0,4%. Minking er í Sandoyar sýslu við 0,6%.

Sjóvar kommuna veksur líka nógv og skjótari enn Klaksvíkar kommuna
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar, Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar, veksa mest í tali. Men lutfalsliga liggja Klaksvíkar og Tórshavnar kommunur niðan fyri landsmiðal og Runavík beint omanfyri.

Hinvegin er størsti lutfalsligi vøksturin í nøkrum av teim smærri kommununum, har serstakliga stórur vøkstur er í Sjóvar kommunu. Har er vøksturin 54 fólk í tali – eins nógv og í Klaksvíkar kommunu, men lutfalsliga fimm ferðir so skjótur vøkstur við 5,5%, samanborið við 1,1% í Klaksvík.

Aðrar størri kommunur við stórum vøkstri eru Sunda, Nes, Vestmanna og Sørvágs kommunur.
Av stóru kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið ikki veksur men heldur minkar eitt vet.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Porkeris, Eiðis, Hvannasunds og Sumbiar kommunum.
Hinvegin var størsta minkingin í Hvalbiar, Húsavíkar, Sands, Fugloyar og Fámjins kommunum.

Av oyggjunum er bara minking í Sandoy, Fugloy, Svínoy og Nólsoy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur í Suðuroy og ein minking í Sandoy.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 4 fólkum, svarandi til 19%. Eisini er vøkstur í Kalsoynni og Mykinesi. Í nøkrum halda tey tørn, sum í Skúvoy, Stóra Dímun og Koltri, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy, Svínoy og Nólsoy. Serliga stór er minkingin í Fugloy við 6 fólkum ella 14%. Men á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.