Størsta hending í 2014: Her eru vinnararnir av iPaddunum

Sverri Egholm

05.03.2015 - 23:28

Tíðindi >

Størsta hendingin í 2014 var ein kapping sum fór ígongd um ársskiftið her á Portalinum, har tveir luttakarar høvdu møguleika at vinna ein iPad hvør.

Onkur hevur kanska bitið merki í at eingin vinnari er funnin og tað eru fleiri orsøkir til tað, men nú eru vinnararnir funnir.

Eisini fingu vit eina áminning frá vp.fo í hesari vikuni og takk skulu teir hava fyri tað.

Ein dómsnevnd varð sett at meta um størstu hendingina. Nevndin varð mannað av Inga Samuelsen, journalisti á Portalinum, Poul Clementsen, reklamumanni og av Sonju Klein, presti.

Dómsnevndin var samd um at “Føðingin gekk ikki júst sum ætlað” hjá Fridu Solbjerg Augustinussen skuldi vinna. Harvið hevur Frida vunnið ein iPad.

Eisini varð lutakast um hin iPaddin og tað var Rúni Thomsen sum bleiv tann hepni vinnarin.

Portalurin ynskir Fridu og Rúna hjartaliga tillukku. Vinningarnir kunnu heintast á skrivstovuni hjá Portalinum á Bryggjubakka 16, Tórshavn.