Størsta Summar Cup nakrantíð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.06.2018 - 08:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá varaborgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Gunvør Balle, leygardagin 7. juli fer at seta fimta Intersport Summar Cup, verður talan um størstu Intersport Summar Cup kappingina nakrantíð. 

Talið av luttakandi liðum hevur í dag rundað 100 lið, og tað er tað mesta, ið nakrantíð hevur verið í Intersport Summar Cup.

- Áhugin fyri kappingini hevur verið ovurhondsstórur í ár, sigur høvuðsfyriskiparin Andrass Thomsen. Hann leggur afturat, at tá eisini skal havast í huga, at í flestu aldursbólkum eru fleiri leikarar á hvørjum liði í ár enn tað hava verið undanfarin ár.

Tað eru ikki bert føroysk lið, ið koma luttaka í ár, tí fimm útlensk lið hava boðað frá luttøku. Hesi eru U13 dreingir hjá Herfølge Boldklub (2 lið), U13 gentur Herfølge Boldklub og U15 dreingir hjá Sportsklubben Haugar (2 lið).

Freistin at melda til kappingina er fríggjadagin 15. juni 2018, og tað kann gerast her