Nýggja Stórsteypið - Mynd: www.fsf.fo

Stórsteypadysturin 2018 verður 3. mars



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.01.2018 - 11:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stórsteypadysturin millum Víking og NSÍ verður spældur 3. Mars kl. 19:45. Tað eru meistararnir og steypavinnararnir, sum dystast um stórsteypið. Dysturin, sum verður leiktur á Tórsvølli er fyrsti stóri dysturin í fótbóltskappingarárinum.

Stórsteypadysturin er samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, og innkomni peningurin frá atgongumerkjasøluni verður latin onkrum vælgerandi endamáli.

Stórsteypadysturin í fjør, sum var millum Víking og KÍ, endaði við 2-1 sigri til víkingarnar, sum harvið vunnu steypið til ognar. Tískil verður tað eitt spildurnýtt steyp, sum nú verður kappast um. Fyrstu ferð, at spælt bleiv um Lions Stórsteypið, var í 2007.