Boripallurin Delta House er undir illgruna fyri at hava likið út 1,5 milliónir litrar av tungolju í vikuni.

Størsti oljuleking rakt USA - síðani Deepwater



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

22.10.2017 - 11:08

Oljan >

Nú eru myndugleikarnir farnir at kanna hvat sum hendi, tá ein stórur oljuleki kom undan kavi í Meksiko-flógvanum. Talan er um eat minst hálvonnur millión litrar av tungolju endaðu í havinum uttanfyri Louisiana.

Hetta er á somu leið har Deepwater Horizon-vanlukkan hendi fyri sjey árum síðani. Sambært Newsweek er talan um størsta lekan síðani Deepwater.

Sum skilst meta serfrøðingarnir at talan ikki er um skaða sum er komin av illveðrinum sum hevur verið á leiðini í heyst. Lekin skal eftir ællum at dæma koma frá boripallinum Delta House.