Stórt gosbað í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.01.2018 - 15:01

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Fundamentið til Føroya størsta gosbað er klárt, og sæst í nýggja vælverudeplinum í Svimjihøllini í Klaksvík. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Sáttmáli millum kommununa og arbeiðstakaranumum at gera vælverudepil varð skrivað undir í november, og arbeiðið gongur væl.

Sunnanfyri høllina verður gjørt klárt til uttandurapartin av vælverudeplinum, og innandura fyllir fundamentið til gosbaðið ein trivaligan part av gólvinum.

Í gosbaðnum verður ivaleyst av plássi til eini 15-20 vælvaksin fólk, og hetta ger tað til eitt hitt størsta av sínum slag í Evropa.

Umframt gosbað og uttanduraøkið, fer vælverudepilin eisini at rúma dampbað, infrareyðari saunu og góðum brúsuumstøðum.

Vælverudepilin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í summar, skrivar Klaksvíkar kommuna.