Mynd: Bergur Mikladal

Stórt havhestavað í Leirvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

21.04.2018 - 11:45

Tíðindi > Eysturoy - Leirvík

Í gjárkvøldið lá eitt stórt havhestavað uttan fyri brimgarðin í Leirvík. Bergur Mikladal tók myndir av tí. Bergur Mikladal sigur, at hann hevur ongantíð sæð so nógvan havhest fyrr.

- Har plaga at liggja nakrir 100 havhestar, men í seinastuni er lagt afturat, og nú eru fleiri 1000, sigur hann.

Tað sæst, at lív er komið í gullaksin aftur.

Bergur Mikladal sigur, at eitt rør fer út um brimgarðin, har slógv fer út, og at tað er orsøkin til nógva havhestin.

- Havhestar plaga at fylgja uppisjóvarskipum og trolarum, men nú hava teir funnið út av, at teir kunnu fáa tað sama í Leirvík, sigur hann.