Stórt hol í stýriskipanini hjá Apple



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

29.11.2017 - 14:54

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Seinnapartin í gjár fann ein forritari frá Turkalandi eitt stórt trygarhol í nýggjastu útgávuni av stýriskipanini hjá Apple, nevnd MacOS High Sierra.

Holið er rættiliga álvarsligt, tí tað ger at ein og hvør sum hevur fysiska atgongd til eina teldu við nýggjastu útgávuni, kann rita inn uttan stórvegis hóvasták.

- Hendan dagføring hevur eitt tað størsta trygdarholið í nýggjari tíð. Gjørligt er at koma inn sum root, uttan loyniorð. Vit hava roynt tað og eftir at vit hava trýst "log-in" tvær ferðir, vóru vit inni sum root, við fullum tamarhaldi á telduni, sigur Torben Voss Nielsen, ráðgevi í kt-fyritøkuni Combine-IT.

“Root” svarar til at koma inn sum administrator á Windows-stýrisskipanini.

Tí verður rátt fólki at bíða við at dagføra til nýggjastu útgávuna, til Apple hevur rættað feilin.

Um tú longu hevur dagført til nýggjastu út´gavuna eru eisini ráð fyri tí. Apple hevur í dag lagt eina vegleiðing út á heimasíðuna, sum vísir hvussu ein setur loyniorð á “Root” ella upprunabrúkaran.

Sí vegleiðingina her