Stórt samráð um ES-boykottið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kaj Joensen

13.08.2013 - 17:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Áhugin fyri samráðnum í Føroyanevnd Fólkatingsins tann 20. august 2013 er so mikið stórur, at avgerð er tikin um at bjóða bæði Europanevndini og Matvørunevndini at luttaka í samráðnum.

Hetta er samráðið, har ið tveir ráðharrar, løgmálaráðharrin og matvøruráðharrin, skulu svara spurningum um ætlaða komandi ES-boykottið móti Føroyum.

- Orsøkin er, at spurningarnir eru viðkomandi fyri hesar báðar nevndirnar eisini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hjá Javnaðarflokkinum og formaður í Føroyanevndini.

Sostatt gerast ikki færri enn tríggjar fólkatingsnevndir partur av stóra samráðum.

- Tað er ein fyrimunur, at samráðið er víðkað. Boykottið hevur stóran áhuga í Europanevndini og Matvørunevndini eisini. Viðgerðin kann gerast bæði breiðari og djúpri, um limir úr hesum báðum nevndum vera við, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum og næstformaður í Føroyanevndini.

Fólkatingsmaðurin Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum hevur kallað saman til samráð, og tað er eisini hann, ið hevur sett spurningarnar.

Ráðharrarnir, ið skulu standa til svars, eru Morten Bødskov, løgmálaráðharri, og Karen Hækkerup, sum í farnu viku setti seg í matvøruráðharrasessin.

- Spurningarnir, ið settir eru, eru relevantir, og roknast kann við einum upplýsandi og kontantum orðaskifti, sigur Edmund Joensen.

Samráðið er á skrá tann 20. august 2013 kl. 12.00 føroyska tíð. Talan er um eitt opið samráð, har ið almenningurin hevur atgongd. Tað verður eisini sent beinleiðis á heimasíðuni hjá Fólkatinginum.

Leinkja: spurningar frá Søren Espersen um ES-boykottið.

http://www.ft.dk/Folketinget/udvalg_delegationer_kommissioner/Udvalg/Faeroeudvalget/Nyheder/2013/08/20%2008%202013%20Faeroudvalgets%20abne%20samrad%20om%20den%20faeros%2020130820_130000%201067452%201067501.aspx