Polar Nanoq - eitt av skipunum hjá Polar Seafood (Mynd: EPA)

Stórt yvirskot í Polar Seafood



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.05.2017 - 11:28

Tíðindi > Grønland

Tað gongur væl hjá grønlendsku fyritøkuni Polar Seafood. Roknskapurin fyri 2016 vísir ein umsetning upp á 3,1 milliardir krónur og eitt yvirskot upp á 192,7 milliónir.

Seinastu fimm árini hevur Polar Seafood sostatt havt ein vinning upp á 942 milliónir til samans, skrivar Berlingske Finans.

Sambært roknskapinum verður mett, at 2017 fer at geva eitt líknandi úrslit.

Tveir grønlendingar, Anders Brøns og Jens Salling, eiga Polar Seafood. Í 2016 vóru teir báðir á listanum hjá Berlingske yvir teir 100 ríkastu í Danmark, og tað var fyrstu ferð, at Grønland var umboðað á listanum. Mett var, at teir áttu 1,4 milliardir krónur hvør.

Polar Seafood vinnur flest pengar upp á rækjur, men eisini upp á svartkalva.

Anders Brøns og Hans Pavia Egede stovnaðu Polar Seafood í 1984. Síðan er Jens Salling komin afturat, og Brøns og Salling keyptu síðan Egede út úr fyritøkuni, sum síðan bara er vaksin og vaksin, og er størsta privata fyritøkan í Grønlandi.

Í løtuni starvast 900 fólk hjá Polar Seafood, sum hevur skrivstovur í Grønlandi, Danmark, Svøríki, Noregi, Kanada, Italia, Onglandi, Russlandi og Ukreina.