Stóru flokkarnir vilja ikki at hitta Puidgemont

Ingi Samuelsen

22.01.2018 - 07:24

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Tað er ikki serliga stór undirtøka fyri fundinum í morgin, sum føroyski fólkatingslimurin, Magni Arge skipar fyri á Christiansborg í morgin við luttøku av katalanska frælsisleiðaranum, Carles Puigdemont.

Fleiri av flokkunum hava frammanundan boðað frá, at teir ikki vilja luttaka. Grundgevingin er, at teir ikki vilja ”løggilda Puigdemont sum ein valdsfaktorur”, skrivar Ritzau tíðindastovan.

- Men tað er ikki uppgávan hjá danska fólkatinginum at løggilda (legitimera, red.) hann sum valdsfaktor í sponskum samanhangi. Tað hava katalanar longu sjálvir gjørt. Tí skilji eg ikki grundgevingarnar, sigur Magni Arge við Ritzau.

Puidgemont kemur í morgun til Danmarkarkar, bjóðaður av Keypmannahavnar Universiteti, og í morgin vitjar hann eftir ætlan á Christiansborg.

Les eisini: Puigdemont á veg til Danmarkar – kann verða handtikin

Limirnir í uttanríkispolitisku nevndini, uttanlandsnevndini, Evropanevndini, Grønlandsnevndini og Føroyanevndini eru bjóðaðir við til fundin í Fólkatinginum, sum Magni Arge skipar fyri.

Men undirtøkan er ikki stór. Bæði Sosialdemokratarnir, Vinstri, Liberal Alliance og Konservativu hava sagt, at tey ikki fara at møta.

Michael Aastrup Jensen, framsøgumaður hjá Vinstra í uttanríkismálum, mælir fólkatingslimum frá at vera við.

- Um eg luttók, so blandaði eg meg í sponsk viðurskifti. Eg haldi ikki, at Fólkatingið skal gera tað, sigur hann við Ritzau.

Líknandi boð eru komin frá Sosialdemokratunum, sum ikki vilja luttaka, tí spanska stjórnin ikki er umboðað.

Hetta kallar Magni Arge, sambært Ritzau, fyri tvætl.

- Tað er ikki á hvørjum degi, at Puidgemont er her á leið. Og tá hann kemur framvið, so haldi eg eisini, at vit skulu lurta eftir honum. Sponsku sjónarmiðini kunnu vit hoyra hvønn dag, tí Spania hevur eina sendistovu í Keypmannahavn, sigur Magni Arge.

Puigdemont hevur búð í útlegd í Belgia síðan oktober. Sponsku myndugleikarnir hava sent út handtøkuboð móti honum fyri hansara leiklut í fólkaatkvøðuni 1. oktober um fullveldi í Katalonia.

Handtøkuboðini eru bert galdandi fyri Spania. Eitt stutt skifti vóru altjóða handtøkuboð send út, men tey vórðu seinni tikin aftur, skrivar Ritzau.



beint nú