Stóru oljufeløgini frægari úrslit



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

01.08.2017 - 13:08

Oljan >


Eftir at oljuprísurin tók eina bráða vend í 2014, og roknskapirnir hjá flestu av teimum stóru oljufeløgunum síðani tá hava víst reyð tøl á botnlinjuni, so er henda gongdin fullkomiliga broytt í øðrum ársfjórðingi í ár, har flestu av teimum stóru oljufeløgunum, so sum ExxonMobil, Shell, Chevron, Statoil, Total, BP, ConocoPhillips og onnur við, hava stórt yvirskot. Høvuðsorsøkin er oljuprísurin, sum í hesum ársfjórðingi í ár var væl hægri í mun til sama tíðarskeið í fjør. Eisini hava oljufeløgini megnað at lækka um kostnaðirnar og rationalisera virksemi sítt, soleiðis at endaliga úrslitið er vorðið so nógv betri. T.d. kann nevnast, at ExxonMobil, eitt av heimsins størstu oljufeløgum, hevur fingið tvífalt so gott úrslit seinna ársfjórðing í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. 


Kelda:

Energy Voice