Stórur áhugi fyri Atlantic Fair í Klaksvík


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

17.02.2017 - 12:02

Oljan > Vinna & Tøkni > Sjóvinna


Klaksvíkin verður í ár karmur um eina ta størstu vinnumessuna í Føroyum nakrantíð. Talan er um ta áttandu "Atlantic Fair" maritimu messuna, ið verður í døgunum frá 9. til 11. mai. Hóast tríggir mánaðir eru fram til messuna, so er undirtøkan longu sera stór. Tilsamans 150 fyritøkur úr 19 londum luttaka. Og stjórin og undangongumaðurin aftanfyri Atlantic Fair, Áki í Skemmuni, er fegin um stóra áhugan:

“Tað sær ikki mætari út enn, at messan í ár verður sera spennandi, nú luttøkan er so stór. Atlantic Fair er eitt sera gott høvi at finna samstarvsfelagar og partnarar og at fáa innlit í menning og framstig á tí maritima økinum”, sigur Áki í Skemmuni.

Í 2015 vitjaðu meira enn 3800 fólk messuna og roknað verður við, at talið á vitjandi verður enn størri í ár.

www.fair.fo