(Mynd: EPA)

Stórur bardagi millum Manchester leikararnar

Ari av Rana

11.12.2017 - 12:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

 Stórdystur var á Old Trafford í gjár, tá grannarnir úr Manchester City vóru á vitjan hjá Manchester United.

Liðini bæði liggja nr. 1 og 2 í ensku Premier League og tí var nógv uppá spæl í dystinum, sum endaði við 1-2 sigri til Manchester City.

Eftir dystin vóru Manchester City leikararnir sum verða man glaðir, men ein óður Manchester United venjari, Jose Mourinho, meinti, at gestirnir vístu ov lítla virðing fyri mótstøðuleikunum.

Fleiri enskir miðlar skriva, at Mourinho fór inn í skiftingarrúmi hjá gestunum, bað teir vísa virðing, og spurdi hvørjar teir hildu seg verða. Hetta endaði fyrst við at Mourinho og portugisiski málverjin hjá Manchester City, Ederson, fóru at skeldast á portugisiskum, og áðrenn nakar visti av bleiv blakað við vatni og mjólk.

Meðan Mourinho einki dámdi lítlu virðingina, sum mótstøðumenninir vístu, hildu teir, at Mourinho vísti teimum onga virðing við at koma inn til teir á hendan hátt.

The Telegraph skrivar at serliga Romelu Lukaku var harðrendur í støðuni, og at Mourinho fekk ein vatnfløsku í høvdið, meðan hjálparvenjarin hjá Manchester City, Mikel Arteta, fekk eina skeinu á andlitið. Daily Mail vita at siga, at fleiri leikarar royndu at sláa aðrar í andlitið.